Norðurlendska samstarvið CP Norden

CP Norden er eitt netverkssamstarv í millum CP feløgini í Danmark, Ísland, Noreg, Svøríki og Føroyar. 

Endamálið er at miðla royndir á CP-økinum, spreiða vitan og í felagsskapi menna nýggjar heilsufakligar, sosialar og upplýsandi aktivitetir, sum gagna menniskjum við CP – bæðu vaksin og børn – og familjum teirra.

Meginparturin av samskiftinum fer fram á alnetinum. Tó verður ein árligur fundur planlagdur, sum verður hildin upp á skift í teimum ávikavísu lutakaralondunum.

Útgangsstøðið er eitt avtalað evnið, sum hevur áhuga í øllum londunum. Ein arbeiðsbólkur við umboðum frá hvørjum lutakaralandi, fyrireikar innihaldið í fundinum. 

CP-feløgini rinda sjálvi fyri sína luttøku í aktivitetunum, og fyrisitingin av netverksbólkinum gongur upp á skift. “Nordens Velfärdscenter”  hevur stuðlað samstarvinum fíggjarliga flestu árini.

Arbeiðsbólkurin í CP Norden í ár

Føroyar: Súsanna á Váli og Poula Reinert Olsen nevndarlimir í CP Føroyum

Danmark: Frands Havaleschka, samskiftisstjóri í CP Danmark
Ísland: Eiður Welding, næstformaður í CP Ísland og Rut Thorsteinsdóttir limur í CP Ung Ísland
Noreg: Eva Buschmann, aðalskrivari í CP felaganum í Noreg
Svøríki: Linda Sandstrøm og Susanne Sandstrøm, nevndarlimir í CP Svøríki

Samlað skrá og evnir á CP Norden fundum

2010: Gøteborg, Svøríki: Stovnandi fundur
2011: Bergen, Noreg: Kognitivar avbjóðingar og viðgerð 
2012: Reykjavík, Ísland: Hjálpartól
2013: Keypmannahavn, Danmark: Kognitn og hjálpartól
2014: Stockholm, Sveríki: Arbeiði og samleiki + ungdómsstevna
2015: Skálavík, Føroyar: tt lív – mín ábyrgd – uppdómsframløga 
2016: Oslo, Noreg: Tá førleikatarnið einans er lítið sjónligt 
2017: Grindavík, Ísland: Yvirgongdin frá ung til vaksin 
2018: Høje Taastrup, Danmark: Status á viðgerðarmøguleikartatus 
2019: Stockholm, Svørríki: Fokus á ASK
2020: Avlýst orsakað av Covid-19
2021: Tórshavn, Føroyar: Hjálp at seta CPOP í gongd 
2022: Oslo, Noreg: Lætt CP – hvat gera vit fyri bólk I og II?

2023: Reykjavík, Ísland: Eldri (50 ár+) menniskju við CP

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.