Treytir fyri stuðul og limagjald

Gjalding
Tú kanst stuðla CP Føroyum við konto-til-konto-flyting (Farpay, MínRokning) umvegis www.cp.fo, við at flyta eina eingangs upphædd, ella við at stovna eina gjaldsavtalu (Stuðla við fastari upphædd hønn mánað).
Tú kanst stuðla á heimasíðuni við hjálp av konto-til-konto-flyting (MínRokning), umvegis Farpay. Dátur tú sendir í samband við tín stuðul, er krypterað, og tað er bert Farpay, MínRokning og CP Føroyar, ið kann lesa hvør ið tað er.

Upphæddin, ið tú stuðlar við, verður trekt av tínari kontu fáa dagar eftir gjaldingin verður framd. Tað ber ikki til at trekkja størri upphædd enn hana tú hevur góðkent í samband við inngjaldingina.
Tú móttekur eina váttandi teldupost, tá ið tú hevur stovnað avtaluna.

Limagjald
Limagjaldið virkar á sama hátt, sum at geva stuðul. Upphæddin fyri limagjald verður trekt árliga. Ynskir tú at uppsiga limaskapin við CP Føroyar, verður tú biðin um at senda ein teldupost til cp@cp.fo.

Iðran
Mánaðarlig gjaldsavtala: Tú velur ta upphædd tú ynskir at stuðla við hvønn mánað og góðkennir sostatt at avtalan ikki hevur ein ásettan lokadag, men heldur áfram til tú boðar okkum frá um annað. Tú kanst til eina og hvørja tíð siga upp tína stuðulsavtalu. Tað kanst tú gera við at seta teg í samband við CP Føroyar á cp@cp.fo.

Eingangs-gávur: Tað er eingin iðranarrættur á goldnum eingangs gávum/donatiónum. Um tú hevur spurningar í samband við tína donatión, ella um okkurt skeivt er fari fram, ber altíð til at skriva til CP Føroyar á cp@cp.fo.

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.