Ein neurosálarfrøðilig kanning verður gjørd av einum sálarfrøðingi, sum er serfrøðingur í, hvussu funksjónirnar í heilanum speglast í tonkum, kenslum og gerðum.
CP Føroyar meinar, at øll børn við CP eiga at fáa neurosálarfrøðiliga kanning gjørda og, at børn og ung verða endurkannað, sum tey eldast.
CP Føroyar heldur eisini, at eitt barn við CP eigur at verða bjóðað eina neurosálarfrøðiliga kanning, tá tekin eru um, at barnið mistrívist í gerandisdegnum.
Eyðkennini fyri mistrivna kunnu verða, at barnið ikki finnur veg, skjótt blívur troytt, ikki megnar heilt einføld ting, sum at lata seg rætt í sokkar ella gongur inn í ting, sjálvt um einki bagir sjónini.
Ein neurosálarfrøðilig greining kann greiða, hvørjar ávísar kognitivar trupulleikar talan er um, og hvørji hjálpartól kunnu hjálpa við teimum.
Neurosálarfrøðilig kanning er eitt sera týdningarmikið amboð at stuðla menningini hjá tí einstaka við Cerebralari Paresu. Hon veitir vegleiðing til foreldur og fakfólk kring barnið um hvussu barn skal møtast og hjálpast. Sí eisini undir Tann góða tilgongdin fyri børn og ung við Cerebralari Paresu.