Viðtøkur

§ 1 Navn felagsins er CP Føroyar og heimstaður felagsins er Tórshavn.

§ 2 Endamál felagsins er:

  • at bøta um korini hjá fólki við cerebral parese og líknandi lamningi
  • at bøta um almennu umsorgina
  • at økja viðgerðar møguleikarnar, herundir útvegan av viðgerðum og bústovnum
  • at arbeiða fyri og hjálpa við upplæring, útbúgving, arbeiðsmøguleikum og røkt av fólki við Cerebral parese og líknandi lamningi
  • at upplýsa og ráðgeva um brekini, uppruna og avleiðingar teirra
  • at stuðla vísindaligari gransking, fyribyrging og viðgerð
  • at luttaka í norðulendskum og altjóða samstarvi

§ 3 Limir:
Einstaklingar, húski, feløg og stovnar kunnu gerast limir.

§ 4 Limagjald:
Limagjald verður ásett á aðalfundinum.

§ 5 Lækna- og specialistráð:
Nevndin kann seta á stovn lækna- og specialistráð.

§ 6 Undirnevndir:
Nevndin kann seta undirnevndir at arbeiða við ávisum uppgávum.

§ 7 Aðalfundurin:
Aðalfundurin er hægsti mynduleiki. Aðalfundurin verður hildin í apríl/mai.
Eykaaðalfundur verður hildin, tá ið 1/3 av limunum ella ein meiriluti av Nevndini ynskja tað.

Boð um aðalfund verða send limunum skrivliga 14 dagar frammanundan, og verður aðalfundurin samstundis lýstur í føroysku fjølmiðlunum. Á sama hátt verður kallað til eykaaðalfund. Um neyðugt kunnu undantøk verða gjørd og eykaaðalfundur verða lýstur við styttri freist.

Uppskot til aðalfundin skulu vera nevndini í hendi eina viku áðrenn fundin.
Allar avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.
Stendur á jøvnum verur formansins atkvøða avgerandi.

Aðalfundurin viðger hesi mál:

  • Val av orðstýrara
  • Ársfrágreiðing nevndarinnar
  • Grannskoðaðan roknskap fyri seinasta rakstrarár felagsins til góðkenningar
  • Ásetan av limagjaldi fyri komandi ár
  • Val av nevnd, tiltakslimum og grannskoðara
  • Viðgerð av arbeiðsætlan fyri komandi ár
  • Innkomin mál
  • Ymiskt

§ 8 Styrið:
Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd við 2 tiltakslimum vald á ársaðalfundinum.

Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni, skrivara og kassameistara.
Formaðurin og kassameistari saman tekna felagið.
2 nevndarlimir og 1 tiltakslimur fara frá á fyrsta aðalfundi, á næsta aðalfundi hini 3 nevndarlimirnir og hin tiltakslimurin.
Nevndin eigur at hava minst 6 nevndarfundir árliga.

§ 9 Limatiltøk:
Minst 6 limatiltøk eiga at verða gjørd um árið.
Nevndin skipar fyri hesum tiltøkum.

§ 10 Almennir fundir:
Miðað verður ímóti einum almennum fundi um árið
Uppskot um evni til almenna fundin kunnu verða løgd fram á aðalfundinum.

§ 11 Roknskapur:
Roknskaparár felagsins er álmanakkaárið.

§ 12 Lógarbroytingar:
Uppskot til broyting av viðtøkunum skulu vera nevndini í hendi 3 vikur áðrenn aðalfundin.

§ 13 Avtøka av felagnum:
Felagið kann bert verða avtikið um í minsta lagi 2/3 av møttu limumum greiða atkvøðu fyri tí á eykaaðalfundi, sum lýstur er sum aðalfundur við avtøku av felagnum á skránni.

Verður felagið avtikið, skulu ognir tess verða lagdar í grunn, sum verður stovnaður við tí endamáli at verða teimum í grein 2 nevndu at gagni.

Soleiðis samtykt á aðalfundi í Tórshavn hin 2. juni 2021.

Fundarstjóri:
Elna Dam Dahl-Olsen

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.