Skúlagongd, tá barnið hevur Cerebralari Paresu
Tá barn títt við Cerebralari Paresu skal byrja í skúla, eru nógvar væntanir til – og møguliga eisini stúranir fyri – hvussu tað fer at ganga. Skúlin er ein av teimum stóru umskiftunum í lívinum hjá barninum – og tað kann verða eitt stórt skifti í mun til lívið í barnagarðinum. Skúlin er ein nýggj verð við nýggjum avbjóðingum, men eisini við nýggjum møguleikum.